Danish Open og OL

Úrslititini frá Danish Open, triði og fjórði dagur. Triði dagin á Danish Open var Róland tilmeldaður í 50m firvald, men valdi ikki at svimja, vegna ein smáskaða. Eyðbjørn var so við í 50m firvald og fekk hann tíðina 25,95, ið rakk til eitt 13.pláss av øllum. Besta tíð hjá Eyðbjørn er 25,88. Í 200m blandað svam Sára seg til eitt 5. pláss í A-finaluni, við tíðini 2:23.46, har hennara føroyska met og juniormet er 2:20.41.   Á fjórða degnum svam Eyðbjørn 100m frí og fekk hann tíðina 54,16. Tilmeldingartíðin hjá honum var 53,88, so tað var tæt uppá bestu tíð. Í 100m bringu svar Róland innleiðandi 1,07,37, og í B.finaluni um kvøldið svam hann 1,08,16, ið rakk til eitt 16 pláss. Besta tíð hjá Róland er 1,06,87, ið er FØ junioumet. Sára var við í 200m frí og fekk hon tíðina 2,09,69 um morgunin, men svam 2,07,07, ið rakk til eitt 16 pláss. Hettar er tæt uppá hennara bestu tíð, ið er 2,06,87.   Pál Joensen var  við í 1500m frí og ikki kann sigast annað enn, at har gekk ótrúliga væl. Hann svam seg til OL í Rio við tíðini 15,04,13, hjartaliga tillukku Pál. Kravtíðin hjá dønum var annars 15,07,53, so hann var væl undir. Heilt fantastiskt at okur kunnu hava ein svimjara, ið hevur sligið sínar røtur her hjá Susvim, við til teir olympisku leikinir. Røtur og røtur, okur koma altíð at eiga Pál :)    

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *