Aðalfundurin

Aðalfundurin var týsdagin 14/6-16 Formaðurin tók saman um árið íð fór. Vit fingu langhyl at venja í, og vóna vit, at tað fer at hjálpa okkara svimjarum til størri altjóða kappingar. Vit vunnu FM á langgeil og JM/MU og fingu góð úrslit til FM á stuttgeil, so samanumtikið eitt gott ár. Fleiri av okkara svimjarum eru eisini úttikin til ymiskar altjóða kappingar, so sum NMU,EJM,EM. Framtíðin ser eisini bjørt út, so vit halda áfrám við góðum treysti. Nevndarval var og stóðu Marlon,Thurid,Óli og Regitza fyri valið. Øll valdu at stilla upp aftur uttan Thurid. Vit vilja takka Thurid, fyri hennara megnar arbeiði gjøgnum øll árini, hon hevur sitið í nevndini. Vónandi verður hon á kantinum framyvir eisini. Magni Jacobsen var valdur í nevndina fyri Thurid. Nýggja nevndi hevur skipa seg, og heldur Marlon Kjærbo fram sum formaður. Óli Toftum næstformaður, Ann Hjelm kassameistari, Diana Muller skrivari. Nevndarlimir Annika Johannesen,Regitza Johannesen, Kari Petersen, Atli Vestergård og Magni Jacobsen

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *