Úttøka til HM / NM / NJM

Svimjarar frá SuSvim við til kappingar uttanlanda SSF tók út liðini til HM / NM & NJM mánadagin 21/11-16 og eru fleiri av okkara við. Til HM í Kanada frá 6-11 des. fara Pál og Sára at luttaka. Jón verður við sum venjari og Anita Nysted sum ferðaleiðari. Til NM / NJM í Kolding, Danmark frá  9-11 des. fara Róland, Rói,Hugin, Alisa og Brynhild at luttaka. Annika verður við sum ferðaleiðari. Tað verður ótrúliga spennandi at fylgja tykkum, og vónandi fáa tit fáa eina góða kapping. Tit gera tykkara besta sum altið umboðandi SuSvim og Føroyar. Vit ynska tykkum øllum góða eydnu.  

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *