RIG 2017

SuSvm fer aftur í ár til RIG    SuSvim fer aftur í ár til Reykjavik International Games, ið verða hildnir í døgunum 27-29 jan. Í ár verða tað  14 svimjarir ,venjari og ferðaleiðari, ið fara við til kappingina.  Hettar er ein kapping, ið vit hava verið við til fleiri ferðir, og við góðum úrslitum. Okkara svimjarar hava vunnið fleiri heiðursmerkir undanfarin ár.  Foreldur plaga eisini at vera við á túrinum til at stuðla SuSvim. Í ár verða eini 18-20 foreldur við. So vónandi kunnu vit fáa eina góða og gevandi kapping. Allar bestu eydnu til RIG 2017

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *