RIG 2017

Úrslitini frá svimjustevnuni í Íslandi Vit hava lánt yvirliti frá Anitu Nysted, ið hon gjørdi tá kappingin var liðug. SUSVIM er bara best. Okkara svimjarar hava klárað seg væl og vunnið nógv heiðursmerki. Svimjikappingin er deild upp soleiðis, at tey, ið eru 14 ár og yngri eru í tí yngra bólkinum, og 15 ár og eldri í tí eldra bólkinum. Í tí yngra bólkinum vann Alisa Vestergård 6 gull í 50, 100, rygg, 50, 100, 200, og 400 frí, umframt 2 silvur í 800 frí og 200 rygg. Petra Nielsen vann silvur í 50 bringu og bronsu í 200 bringu. Í tí eldra bólkinum vann Róland Toftum 3 gull í 50,100 og 200 bringu. Hugin Næs Lave eina bronsu í 200 blandað. Sára Nysted vann 3 gull í 400 blandað, 400 frí og 800 frí, 2 silvur í 200 blandað og 200 bringu, og ein bronsu í 200 rygg. Hjartaliga tillukku øll somul Mynd hjá Tryggingarfelagið Føroyar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *