Móttøka fyri Róland og Sáru

Móttøka var fyri Róland Toftum og Sáru Nysted í gjár eftir at tey komu aftur av Oyggjaleikunum. Nakað av fólki var komið at heilsa uppá tey og formaðurin í SuSvim Marlon Kjærbo, Jón Bjarnason venjari og Eydis Kjærbo umboð fyri Vágs kommunu, søgdu nøkur orð og handaðu blómur og gávur. Tey vóru einastu umboð fyri SuSvim til OYL, men ikki kann sigast annað enn at tey vóru tvey ótrúliga góð umboð. Tey komu aftur við, ikki færri enn, 14 heiðursmerkjum, 7 hvør. Tíðin fram ímóti OYL var ymisk hjá teimum. Róland hevði vant gott og var væl fyri, men gjørdist sjúkur eina heila viku beint áðrenn, og var merktur av tí. Vit vita, hvat hann kann. Sára hinvegin hevur bara havt framgongd síðsta hálva árið, so tað var postivt fyri hana at fáa so góð úrslit fyri tað nógvu venjingina. Hon er nú næstmest vinnandi svimjari á OYL, bara Pál hevur vunnið fleiri heiðursmerkir. Sára vann gull í 100 og 400m blandað. Silvur í 200m blandað. Í liðsvimjingini vann hon eisini tvær gull, eina silvur og eina bronsu Róland vann silvur í 50m,100m og 200m bringu. Í liðsvimjingini vann hann eisini fýra bronsu heiðursmerkir. Og longu dagin eftir vóru tey í hylinum aftur, tí nú skuldi venjast fram ímóti HM í Budapest. Koyri á og allarbestu eydnu.    

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive offentliggjort. Krævede felter er markeret med *